Veðrið: Onkrar góðar løtur um vikuskiftið

Seinasta forsøgnin hjá DMI

Tað góða veðrið fyrr í mánaðinum er farið afturum og er vorðið avloyst av regn og nakað meira av vindi. Men tað eru kortini onkrar góðar løtur innímillum og so verður eisini um vikuskiftið. Bæði í dag og sunnudagin er møguleiki fyri nøkrum løtum við sól. Tað vísa seinastu veðurforsøgnirnar frá donsku veðurstovuni DMI.

Fríggjadagin:
Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og seinni á degnum møguleiki fyri sól. Hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina øtlar hann í vindinum til andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Tað verður skíggjað við regn. Hitin millum 10 og 12 stig.

Leygardagin:
Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skíggjað og seinni regn. Hitin um 12 stig. Um kvøldið og náttina snarar vindurin í ein vestan og minkar til lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Hitin millum 7 og 10 stig.

Sunnudagin:
Gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, ið snarar í ein sunnan. Nøkur æl fyrst á degnum, men annars turt og í løtum sól. Um kvøldið og náttina øtlar hann í vindinum til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Hitin alt døgnið um 12 stig.