Veðrið hósdagin:
Lot til andøvsgul av suðri og regn eitt skifti, annars sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, Hitin millum 6 og 10 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst, 1037 hPa. yvir Onglandi stendur mestsum í stað og viknar. Eitt lágtrýst, 969 hPa. við Hvarvið stendur mestsum í stað og grynnist.
Í dag:
Hátrýstið yvir sunnara Norðsjógvin fer í landsynning og viknar. Lágtrýstið í útsynning úr Íslandi fer móti Íslandi, men brúgvalagið haðani verður í høvuðsheitum vestan fyri Føroyar .