Veðrið er størsta broytingin

– Vit komu í august, og tá var enn ljóst og gott veður, men tað var áhugavert at uppliva veturin og myrkrið. Tað var avbjóðandi, og veðrið hevur verið tann størsta broytingin, sigur 29 ára gamla Lucija Cvitanovic úr Kroatia

Í fjør summar flutti 29 ára gamla  Lucija Cvitanovic úr Kroatia til Føroyar. Orsøkin var, at sjeikurin hjá henni, Valentino Valentakovic, fekk bjóðað sattmála við hondbóltsfelagið Team Klaksvík.

Tað er sjálvsagt, at stórur munur er á gerandisdegnum í Klaksvík og á gerandisdegnum í høvuðstaðnum Zagreb við sínum gott og væl 800.000 íbúgvum.

– Fyrstu dagarnir vóru vit í sóttarhaldi, men tá tað var liðugt, var eg bergtikin av náttúruni og friðinum her – einki stress og eingin trafikkur. Og so vóru fólk so vinarlig eisini, greiðir hon frá um fyrstu tíðina.

– Vit komu í august, og tá var enn ljóst og gott veður, men tað var áhugavert at uppliva veturin og myrkrið. Tað var avbjóðandi, og veðrið hevur verið tann størsta broytingin, sigur hon frá.

– Tað hevur eisini verið øðrvísi fyri meg, at tað er so stutt til alt her. Heima í Zagreb gangi eg 15 minuttir, áðrenn eg fari í tokið í hálvan tíma, so eg kann venja. Í fyrstuni skilti eg als ikki, hví øll koyrdu bil í Føroyum. Men tað er sjálvandi tí, veðrið er so óálítandi, sigur hon eitt sindur skemtiliga.   

Men positiva lyndi hjá henni er eyðsýnt, tá hon síðani greiðir frá, at broytingin í veðurlagnum onkursvegna var kærkomin, eftir at hon hevði verið nøkur ár í hitanum í Texas.

– Eg vandi úti seinnapartar í Dallas, so eg var eitt sindur troytt av hita og sól til endans. Eg visti, at tað regnaði illa í Føroyum, men gjøgnum ítróttina havi eg lært, at veðrið ikki skal ávirka mítt humør. Eg veit, at eg ikki kann stýra veðrinum. Eg stýri, hvussu eg hugsi og hvønn hugburð eg havi til tað, sigur hon smílandi.

Longri samrøða við Luciju Cvitanovic kann lesast í Sosialinum, sum er komin út til páskir.