Veðrið týsdagin og mikudagin:
Lot til andøvsgul av landnyrðingi og norði og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørkaflókar. Hitin millum 11 og 15 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst, 1026 hPa. yvir Íslandi fer spakuliga vestureftir og viknar nakað. Eitt lágtrýst, 1005 hPa. í landsynning úr Hvarvinum fer í landsynning eystan.
Í dag:
Hátrýstið vestan fyri Ísland stendur mestsum í stað. Lágtrýstið í útsynning úr Írlandi fer spakuliga eystureftir.










