Veðrið í dag: Rættiligt vetrarveður

Skýggjað og regn og í løtum vátaslettingur

Veðrið í dag verður ikki av tí allarbesta. Skýggjað og regn og í løtum vátaslettingur. Vit kunnu vænta fríkst lot til frískan vind av landnyrðingi 5-10 m/s.

Seinni í dag verður meiri vindur, tá hann strúkur í vindi upp í skrið 13-18m/s og í støðum stormur. Hitin verður um 2-6 stig og í nátt um frostmarkið. 

Landsverk boðar eisini frá, at roknast kann við hálku á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð.