Veðrið broytir byggireglurnar

Ódnin Dagmar gjørdi stóran skaða í Noregi jóladag í fjør, og nú umhugsa teir norsku byggimyndugleikarnir, um teir skulu broyta byggireglurnar, so tær svara betur til veðurlagið.

Á nýggjárinum í 1992 var eisini herviligt ódnarveður í Noregi. Eisini ta ferðina var skaðin stórur, og tað fekk myndugleikarnar at gera fleiri broytingar í byggireglunum. Nú verður so kannað, um reglurnar skulu broytast eina ferð afturat, sigur Kari-Anne Simenstad hjá Direktoratet for byggekvalitet við Nordlys.

Men tað er ikki bara ein spurningur um at byggja sterkari hús. Ein annar trupulleiki er, at umleið 110.000 bygningar í Noregi standa minni enn ein metur oman fyri havið, og við komandi veðurlagsbroytingum í huga er tað ein stór avbjóðing í sær sjálvum. Tí verður tann spurningurin eisini tikin upp nú.