Danska veðurstovan sigur, at hesi sunnudagurin byrjar við 13-18 m/s av eystri og landnyðrini og regni, men tað verður nakað frægari seinnapartin og í kvøld.
Seinnapartin minkar vindurin niður 10-15 m/s av landsynningi, tað verður skýggjað og ælaveður. Hitin verður millum 4 og 8 stig.
Í nátt minkar vindurin enn meira og verður 6-10 m/s. Framvegis skýggjað og onkur æl. Hitin millum 3 og 6 stig.