Menn ganga í hesum døgum kring bygdirnar og tosa um veðrar og vekt. Ymiskt er, hvussu roynist, men sum heild letur til, at árið fer at verða rímiliga gott.
Serliga eru tað teir, sum hava havt seyð gangandi í feitilendum, sum hava verið og tikið. Nógvastaðni er neyðugt at fara nakað tíðliga, tí veðurlíkindini kunnu gera, at tað skjótt gerst ov seint.
Vágamenn gera nakað av at hava seyð gangandi norðantil á og undir oynni. Eitt nú hava miðvingar seyð í Urðini, teir kalla, eystan fyri Ritunøvina.
Hósdagin vóru teir eftir seyði í Urðini, og har royndist bara væl.
Best var eitt heystlamb hjá Wensili Nattestad, sum vá heili 92 pund, tá tað varð flett.