Veðrasýning í Vági í dag

Í dag klokkan 17 verður veðrasýning í Stóra Pakkhúsi í Vági. Aftaná verður hugnaløta fyri teimum, sum eru við

Veðrasýning

Seinastu árini hevur tað rættiliga vundið upp á seg at hava veðrasýningar í Suðuroy.
Og í dag verður veðrasýning sostatt í Vági.
Tað er fráboðað, at sýningin skal vera klokkan 14 í dag, men av tí at tað ikki liggur fyri hjá einum dómara at koma tá, er hon útsett til klokkan 17.
Sýningin verður í kjallaranum í Stóra Pakkhúsi.
Tað kostar 100 krónur og eitt fat av smurdum breyði at vera við.
Tað skal skiljast soleiðis, at tá ið sýningin er liðug, hittast allir luttakararnir- altso ikki veðrarnir, men tey, sum hava veðrar á sýningini, til eina hugnaløtu í miðhæddini í Stóra Pakkhúsi, har eisini steypini verða handað.
Og tað eru fleiri steyp at vinna. Eitt steyp verður latið fyri hagalomb, eitt fyri traðarlomd og fremmand lomb, Eitt steyp verður latið fyri veturgamlar veðrar og eitt fyri eldri veðrar.
Tað plagar at verða einir 40-50 seyðir við á sýningini í Vági