Fríggjakvøldið klokkan 17:30 verður veðrasýning í Stóra Pakkhúsi í Vági. Eisini verður MBM við og vísir ymsa útgerð, ið seyðamenn kunnu hava áhuga fyri.
Sýningin er vorðin árlig hending og fólk hugna sær vanliga óført og eru spent at vita, hvør fer avstað við steypunum, tí dómsnevnd kjósar bestu veðrarnar. Aftaná er steypahandan og okkurt til matna.










