VB við tveimum dønum

Fleiri fremmanda menn skulu vera við til at lyfta VB úr niðurflytingarvandanum, sum teir higartil hava verið í

Vágbingar fara á Vágseiði í morgin at hava fleiri nýggjar kanónir á liðnum, tá ið teir ímóti KÍ skulu taka fyrsta stigið burtur úr niðurflytingar vandanum, sum teir hava verið í, síðani tað varð farið undir kappingina í ár.
Umframt Brian Andersen, álopsspælaran, sum hevur verið í felagnum í nakrar vikur, hava teir fingið ein verjukendan miðvallara afturat. Hann eitur Anders Sørensen og kemur úr Svendborg.
VB hevur vant í tvær vikur, og teir siga, at lagið er gott, og at teir hava góðar vónir um, at tað skal eydnast at fáa stigini, ið skulu til fyri at sleppa úr keðiligu støðuni. Eingin VB spælari er skaddur, og eingin er leikbannaður undan KÍ dystinum. Í øðrum umfari misti VB í evstu løtu sigurin í Klaksvík, tá ið KÍ javnaði til 2?2 við brotssparki. Ta ferðina vórðu tveir VB spælarar riknir av vøllinum.
Í fjør vann VB 2?1 á heimavølli ímóti KÍ.

Long summarfrí
Hjá KÍ er tað sjálvandi vónbrot, at nýggja álitið í miðverjuni hósdagin hvarv sum døgg fyri sól. Teir hava í venjingardystunum arbeitt við Ova Nysted í álopinum, men nú er spurningurin, hvussu nógv teir verða noyddir at endurskipa, nú verjuspælarin er horvin.
Aleksander Djordjevic hevur verið heima í Jugoslavia í summarfrí. Hann skuldi koma aftur í gjár. Atli Danielsen og Erling Fles hava eisini verið burturstaddir. Eisini teir skuldu koma aftur í gjár. At teir ikki hava vant fer ivaleyst at hava við sær, at teir ikki vera millum teir fyrstu ellivu í Vági.
KÍ spældi væl á Ólavsøku. Í vikuni hava teir verið í Leirvík, og tá hekk spælið aftur væl saman. Teir vunnu 6?2. Álopspælarin úr Esbjerg, Bymar, sum í morgin fer at spæla fyri fyrstu ferð í landskappingini, skoraði tvey mál. Í Klaksvík siga teir seg ikki kvíga fyri, at hann verður burtur, tá ið teir í morgin fara til Vágs. Hann sigst trívast væl har norðuri, og tað er ikki so undarligt. Hann er jú ættaður av Fanø.

Mynd: Fleiri nýggir menn verða at síggja Eiðinum sunnudagin. Bæði VB og KÍ hava styrkt seg við útlendskum leikararum í summarsteðginum