VB verandi í 1. deild

Hondbóltur, kvinnur: VB vann á GÍ og tryggjaði sær plássið í 1. deild

Dysturin í Vági millum VB og GÍ hevði stóran týdning fyri bæði liðini, eftirsum vinnarin kundi tryggjað sær plássið í 1. deild.

Og tað varð VB, sum vann og fekk vissu um, at liðið eisini spælir í bestu deildini komandi ár. GÍ-kvinnurnar mugu hinvegin bíða til seinasta leikumfar leygardagin, tá tær taka ímóti Stjørnuni, fyri at síggja, hvar tær spæla næsta ár.

VB hevði fingið Sólrun Krosslá við aftur eftir drúgva skaðan hjá henni, og tað vísti seg eisini, at hon var góður styrkur at fáa aftur á liðið. VB var betri í fyrra hálvleiki. GÍ kom meira við í seinna, men tá var ov seint.


1. deild kvinnur:

VB-GÍ 23-16 (15-7)

VB: Arnleyð Krosslá 7, Sólrun Krosslá 5, Eydis Kjærbo 4, Christina Holm 3, Sóleyð Holm 3, Rannvá Augustinussen 1.

GÍ: Sunrid Gleðisheygg 7, Kristine Ellingsgaard 3, Maria Olsen 3, Annika Jacobsen 2, Sonja Gleðisheygg 1.

Útvísingar: VB 1, GÍ 3.