VB-venjarin ikki viðgjørdur enn

Enn er Aganevndin hjá FSF ikki komin við nøkrum úrskurði, hvørt »nevaleikur« í Vági skal fáa avleiðingar

Fótbóltur

 

Í morgin verður júst ein mánaður, síðani EB/Streymur vann 2-1 á VB/Sumba í útidystinum. Meira enn tepri sigurin hjá gestunum so verður dysturin helst mintur fyri hendingina, tá EB/Streymur í yvirtíðini skoraði sigursmálið.

Hendingin, har VB-venjarin leyp inn á vøllin og langaði til Hans Paula Samuelsen varð víst á sjónvarpsskíggjanum mánakvøldið eftir dystin, og seinni heitti starvsnevndin hjá FSF á Aganevndina um at taka málið upp til viðgerðar.

Sambært skrivstovuni hjá FSF, so eru enn eingi boð komin úr Aganevndini um nakran úrskurð. VB/Sumba boðaði eftir fáum døgum frá, at felagið hevur sektað venjaran, men einki varð sagt um, hvørja revsing talan var um. Talan hevur tó ikki verið um dystarbann av nøkrum slag, tí í dystunum, sum VB/Sumba hevur spælt síðani, hevur Predrag Prsic framvegis verið á beinkinum.