VB hevur gjørt avtalu við 46 ára gamla John Christensen um, at hesin skal venja besta mansliðið hjá felagnum komandi kappingarár.
John hevur tey bæði seinastu árini verið ungdómsvenjari í felagnum, og eitt tíðarskeið í 2003 stóð hann eisini á odda fyri venjingini av besta liðnum.
John hevur øll tey neyðugu prógvini, sum í dag verða kravd av venjarum í bestu deildini, og eisini hevur hann ferðast víða um í royndunum at styrkja um venjaraførleikan. Eitt nú var í heyst á venjaraskeiði í Brasilia.









