Uppsøgn
Leiðslan hjá VB gjørdi hósdagin av at siga ungverska venjaran hjá felagnum, Dragan Kovacevic, úr starvi.
Hjá teimum, sum fylgja við í best føroysku deildini, kemur uppsøgnin kanska ikki heilt óvart á. Longu undan landskappingarbyrjan var ein spírandi ónøgd at hóma millum leikararnar, og fyri góðari viku síðani bar av, tá Jón Pauli Olsen, Tórður Holm og Birgir Jørgensen allir boðaðu frá, at teir ikki spældu við VB, so leingi sum Dragan var venjari. At úrslitini hjá VB ikki hava verið betri, enn sjeynda plássið á stigatalvuni vísir, hevur helst eisini skundað undir avgerðina um at siga venjaran úr starvinum.
Nýtt venjarapar
Hóskvøldið var so leikarafundur í VB húsinum, og har varð gjørt av, at hetta fram til summarsteðgin verður Marek Vierzbicki leikandi venjari hjá felagnum sum ein fyribils loysn, tó at tað ikki kann útilokast, at hetta verður varandi.
Samstundis er gjørt av, at Hans Nielsen, sum áður hevur leikt á besta VB-liðnum, skal taka sær av næst besta liði felagsin. Somuleiðis hetta fram til summarsteðgin.










