VB vann trygt á Stjørnuni

Stjørnan var á odda bróðurpartin av fyrra hálvleiki, men tá ið saman um kom gjørdist talan um ein tryggan 25-15-heimasigur til VB

Stjørnan hevur tað ógvu­liga tungt í løtuni og hev­ur ikki vunnið síðani í fyrsta umfari í lands­kapp­ing­ini, men hinvegin kom hesin sigurin – einasti higar­til – ímóti júst VB. Nógv er broytt síðani tá, og VB mátti sigast at vera stór­favo­rittur at vinna ímóti Stjørnuni heima í Vági.
Stjørnan beit tó væl frá sær í fyrra hálvleiki og var fyri tað mesta á odda, men stutt undan hálvleiks­steðginum svaraði Stjørnan væl aftur og slapp til hálv­leiks við 14-11-leiðslu.
Í seinna hálvleiki steðg­aði Stjørnan fullkomiliga upp og fekk bara eitt mál fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki. Hetta var við­virkandi til at VB vann sannførandi 25-15.
Gintare Butkeviciute gjørdi níggju mál fyri VB, með­an Mina Sirdal gjørdi fimm mál fyri Stjørnuna.