VB fekk flúgvandi byrjan í toppdystinum í Sunset deildini í Klaksvík í dag. VB legði seg langt fram um í fyrra hálvleiki, og Stjørnan fekk als ikki sítt spæl at koyra.
Í hálvleikinum var VB á odda 16-8, og so tóktist dysturin avgjørdur. Men meistaraliðið úr Klaksvík stríddi seg inn í dystin aftur, og tá leiktíðin var av, var bert eitt mál á muni. VB vann 25-24.
Harvið liggja VB og Stjørnan lið um lið í toppinum í Sunset deildini.