VB vann í Klaksvík

Steypakappingin: Vágbingar vunnu 3-2 á KÍ, men tað var ikki nóg mikið til at tryggja sær fremsta plássi í bólkinum

Vágbingar vunnu, tá teir spældu útsetta steypadystin móti KÍ.

Dysturin, sum var spældur í góðveðrinum í Klaksvík fríggjakvøldið, endaði við, at VB vann 3-2. Men hesin sigur var ikki nóg stórur til at tryggja VB fremsta plássið í bólkinum. Tað plássið eigur KÍ, hóast teir taptu tveir teir síðstu dystirnar í bólkaspælinum.

VB kom á odda í fyrra hálvleiki, tá Milan Kuljic fekk fatur á einum bólti stutt uttanfyri KÍ-brotsteigin. Hann gjørdi skjótt av og smekkaði til. KÍ-málverjin hevði ringt útsýnið, og áðrenn nakar visti av, hevði bólturin smoygt sær í málið.

Bæði liðini vóru annars nær við at skora fleiri mál í fyrra hálvleiki. Ungi KÍ-miðvallarin, Símun Joensen, stútaði bóltin á tvørstongina eftir hornaspark, og einar tvær ferðir forðaði Gunnar á Steig fyri, at VB skoraði.

Arnold Joensen byrjaði á beinkinum, men 10 minuttir fyri hálvleik var hann sendur á vøllin. Og hann var ikki meira enn komin á vøllin, so hevði hann javna til 1-1. Rógvi Jacobsen vendi sær í VB-brotsteiginum og skjeyt. Bjarni Johansen bjargað frálíka væl, men so fylgdi Arnold upp, og støðan varð 1-1.


VB omaná

Liðni stóðu á jøvnum, tá tey komu út aftur frá fyrra hálvleiki. Men tað gekk ikki long tíð, so hevði VB lagt seg fram umaftur, og enn eina ferð var tað Milan Kuljic, sum skoraði.

Miðframherjin hjá KÍ, Ovi Nysted, javnaði, tá eitt korter var eftir at spæla. Arnold legði inn fyri úr høgru, og so var Ovi fyrstur á bóltinum og stútaði hann í málið til 2-2.

Eftir hetta trýsti KÍ fyri at vinna dystin. Tomislav Sivic var komin á vøllin, og hann skapti fleiri ferðir vandamiklar støður á VB-hálvuni.

KÍ kom fleiri ferðir nær, og einu ferðina rakti bólturin innaru síðuna av stongini, áðrenn ein VB-spælari sparkaði burtur.

Í hinum endanum vóru VB?arnir alla tíðina førir fyri at bjóða av, og tað endaði eisini við, at tað vóru teir, sum drógu longra stráið.

Krzystof Popzcynski kom at standa væl fyri í KÍ-brotsteiginum, og hann sendi bóltin í netið við einum fløtum skoti.

3-2 til VB, og so kom KÍ ongantíð rættiliga afturíaftur. Men teir hildu tætt í verjupartinum, og tað var so við til at tryggja teimum sigurin í bólkinum.

Stutt fyri leiklok mátti Jan Andreasen fara av vøllinum, tí hann koykti fótin, sum hann hevur havt trupulleikar við seinastu vikurnar.


KÍ-VB 2-3 (1-1)

0-1: Milan Kuljic

1-1: Arnold Joensen

1-2: Milan Kuljic

2-2: Ovi Nysted

2-3: Krzystof Popzcynski