VB vann 24-19 og kom víðari við fleiri málum á útivølli

VB vann 24-19 á Stjørnuni, og er í steypafinaluni við samlaða úrslitinum 49-49, men VB hevur eitt mál meira skotið á útivølli.

 

Stjørnan varð á odda 10-9 í steðginum, og tá ein lítil minuttur var eftir var støðan 22-19 til VB. Tað eydnaðist uppá undrunarsaman hátt VB at skjóta tvey mál tey doyggjandi sekundini.

 

Guðri Mortensen hjá VB segði við Ràs2, at hetta er tað mest ótrúliga hon hevur upplivað.