Við einum 8-1 sigri leygardagin móti AB á Eiðinum í Vági, hevur VB/TB tryggjað sær føroyameistaraheitið, hóast tvey umfør enn eru eftir at leika. Felags dreingjaliðið hjá VB/TB er nú føroyameistari. Hetta er greitt, hóast tvey umfør eru eftir at leika í hesum kappingarárinum. VB/TB tryggjaði sær meistaraheitið í við einum 8-1 sigri á AB, ið vitjaði á Eiðinum í Vági, og nú er greitt, at ongin kann koma framum VB/TB. Hetta er triðja FM-heitið hjá liðnum í fýra ár. Liðið hevur manning úr allari Suðuroynni.