VB/Sumba-venjarin ákærdur

Predrag Prsic verður nú ákærdur av fútanum fyri harðskap. Hetta fyri tilburðin, tá hann í dystinum millum VB/Sumba og EB/Streym langaði til Hans Paula Samuelsen í løtunum eftir at gestirnir høvdu skorað sigursmálið. Í 3-2 í gjárkvøldið varð staðfest, at fútin hevur gjørt av at reisa ákæru í málinum. Hetta merkir samstundis, at passið verður tikið frá venjaranum. Verður hann funnin sekur, kann Prsic verða vístur av landinum.