Jón Krosslá Poulsen, Palla Augustinussen og Pól Thorsteinsson, við brotssparki, hava í kvøld syrgt fyri við hvør sínum máli, at VB/Sumba hevur vunnið 3-1 á TB. Hálvleiksstøðan var 3-0.
Vit frætta av Eiðinum í Vági, at sigurin hjá heimaliðnum var uppiborin. TB royndi at trýsta eftir hvíldina, men hóast Josef Bassene var á blettinum fyri gestirnar, var sigurin ongantíð í vanda.
VB/Sumba er í løtuni á triðja plássinum í næstbestu deildini við 24 stigum, trimum stigum færri enn oddaliðið HB. TB er á fjórða plássinum við 22 stigum.










