VB/Sumba tepran heimasigur

Felags fyri bæði AB og VB/Sumba er tað, at liðini í fjør fluttu niður úr bestu deildini. Tað er eisini felags fyri hesi bæði liðini, at tey ógvuliga fegin vilja vera partur av bestu deildini og tískil ætla sær at vinna uppflyting í ár.

Í dag hittust hesi bæði liðini á Vágseiði. Hóast VB/Sumba hevði lotið ímóti í 1. hálvleiki, so eydnaðist tað heimaliðnum at leggja seg framum, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Málskjútti var Jón Krosslá Poulsen, sum setti í málið eftir uppspæl í vinstru.

Í 1. hálvleiki hevði AB fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at fáa nakað burturúr, og í 2. hálvleiki eydnaðist tað VB/Sumba at halda tørn um leiðsluna. Heimaliðið hevði bóltin meiri á jørðini enn gestirnir, sum royndu við longum sendingum. Næst við vóru teir, tá ið bólturin tók stólpan aftanfyri Bjarna Johansen.

Hetta var onnur ferðin, at AB spældi á útivølli ímóti einum av hinum liðunum, sum hava møguleika at flyta upp, og hetta var onnur ferðin, at AB einki fekk burturúr á útivølli.