Tá TB í vikuni vann grannauppgerðina ímóti VB/Sumba, bendi alt á eitt spennandi endabrak í 1. deild hjá monnum. Men í dag fór øll luftin úr ballónini, tá TB tapti fyri FC Hoyvík, ið stríðist fyri lívinum í deildini.
Men av tí at bæði VB/Sumba og B71 vunnu í dag, eru tey farin so langt fram um TB, at tey longu hava tryggjað sær uppflytingina. Nú ein dystur er eftir, er VB/Sumba sjey stig framman fyri TB og B71 fimm stig.
Hinvegin er púra opið í botninum, har FC Hoyvík, Skála og NSÍ eru í vanda fyri at flyta niður í 2. deild saman við MB, sum langt síðani er fokið.
VB/Sumba-MB 4-0 (0-0)
1-0: Hartman Hansen
2-0: Hartman Hansen
3-0: Teitur Tausen
4-0: Jón Krosslá Poulsen
HB-B71 0-1 (0-1)
0-1: Ikechuckwu Onyema
FC Hoyvík-TB 1-0 (0-0)
1-0: John T. Poulsen
B68-Víkingur 3-5 (2-2)
0-1: Bárður Hansen
1-1: Oddur Højgaard
1-2: Martin Olsen
2-2: Súni Fríði Barbá
2-3: Bárður Hansen
2-4: Bárður Hansen
2-5: Sonni Dalheim
3-5: Oddur Højgaard
NSÍ-Skála 0-2 (0-0)
0-1: Bárður Danielsen
0-2: Petur Pauli Mikkelsen
Støðan í 1. deild:
VB/Sumba 51
B71 49
HB 45
TB 44
B68 36
Víkingur 34
NSÍ 33
Skála 32
FC Hoyvík 31
MB 8