VB/Sumba hevur í dag vunnið sannførandi 3-0 sigur á útivølli ímóti Skála. Støðan í hálvleikinum var 2-0, og toppskjúttin, Jón Krosslá Poulsen, skoraði bæði málini. Í 2. hálvleiki økti Dan Djurhuus um munin til 3-0.
B71 hevur vunnið silvurmerkini við 6-1 sigri á NSÍ.
FC Hoyvík hevur í dag vunnið 4-0 á MB. Hesi bæði úrslitini bera við sær, at VB/Sumba hevur vunnið gull og flytir upp í bestu deildina, og at Skála saman við MB flytir niður í 2. deild.
Næstbesta liðið hjá B68 vitjaði á Sevmýri. Í 1. hálvleiki var B68 frammanfyri 2-1, men tá ið tað var liðugt, hevði TB vunnið 5-4.