VB/Sumba gjørdi einki

»VB/Sumba hevur havt innanhýsis fundir við venjara og leikarar um málið. Partarnir hava tosað seg til sættis, og er venjarin sektaður av VB/Sumba.«.

Soleiðis skrivaði VB/Sumba á heimasíðu sínari tann 9. august , eftir at fleiri fjølmiðlar høvdu havt málið um »nevaleikin« í Vági á breddanum.

Í rættinum í gjár kom tó fram, at VB/Sumba ongan tíð hevur sektað venjaran. Predrag Prsic greiddi frá, at hann ikki visti nakað um nakra møguliga revsing, fyrr enn løgreglan tók málið upp. Hálvan annan mánað eftir tilburðin, tók Aganevndin hjá FSF avgerð um, at venjarin skuldi fáa leikbann í fýra dagar.