VB /Sumba er framvegis greitt oddalið í næstbestu fótbóltsdeildini. Suðuroyarliðið vitjaði í kvøld á Norðoyastevnu, har tað eydnaðist VB/Sumba at vinna 3-1 ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.
Jón Krosslá Poulsen legði toppliðið á odda tíðliga í 1. hálvleiki. Stutt eftir varð Jan Joensen hjá KÍ vístur av vøllinum, og undan steðginum økti VB/Sumba til bæði 2-0 og 3-0. Málskjúttar vóru Suni úr Hørg og Jón Krosslá Poulsen.
Í 2. hálvleiki pyntaði KÍ um, so úrslitið gjørdist 3-1 til VB/Sumba. Málskjútti fyri KÍ var Tórður Lervig. Fram ímóti dystarenda varð ein hjá VB/Sumba vístur av vølli.