VB smurdi meistararnar av

Bólkur 3 gjørdist nakað nógv opnari eftir dystirnar um vikuskiftið

Løgmanssteypið

HB hevði neyvan roknað við nøkrum løttum dysti, tá teir um vikuskiftið løgdu leiðina til Tvøroyri, har VB spælir sínar heimadystir, nú nýtt graslíki verður lagt á vøllin vesturi á Eiðinum.
Og tað skuldi eisini vísa seg, at VB ikki ætlaði at geva HB nakað sum helst. Fyrra hálvleik var spælbýtið annars hampuliga javnt, men hóast HB kanska hevði fleiri møguleikar, so tóktist VB vera sera vandamikið, tá teir ofta fingu yvirspælt HB úti á miðjum vølli, fyri síðani at seta ferð á.
Og vágbingar skoraðu eisini einasta málið fyri steðgin, tá nýggi álopsmaðurin, Mindegaus ? hóast trýstur av fleiri leikarum ? spældi væl inn til ein blankan Símun Samuelsen, sum langaði bóltin í málhornið.
Og eftir steðgin settu vágbingar ordiliga trumf á. Við leiðsluni í rygginum lág væl fyri hjá liðnum at spæla eyðkenda kontra-spælið, og HB gjørdist ongantíð rættiliga vandamikið.
Tað gjørdist 2-0, tá Mortan í Hørg smekkaði til úr stórari fjarstøðu. Pól N. Joensen í HB-málinum helt ikki skotinum, og so var Dan Durhuus skjótur at fylgja upp. 3-0 gjørdist tað, tá Milan Kulic bæði byrjaði og endaði eitt vakurt álop, og Mindeaguas syrgdi við flottum einmansavriki fyri staðfestingini, tá hann eftir at hava rundað alla HB-verjuna legði bóltin fyri føturnar á Palla Augustinussen, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar av skumpa bóltin í málið og VB upp á ovasta plássið í bólki 3.

Javnt á Skála
Á Skála vitjaði EB/Streymur, og tó at gestirnir tvær ferðir vóru á odda, so eydnaðist tað hjá heimaliðnum at fáa sítt fyrsta stig í bólkaspælinum.
Nakað av vindi var á Skála, men tó at gestirnir høvdu hendan ímóti fyrra hálvleik, so megnaðu teir at leggja seg á odda. Hetta hendi tá Hans Pauli Petersen smekkaði fríspark á tvørtræið, og áðrenn nakar á heimaliðnum varnaðist, hevði Sonni L. Petersen prikað bóltin í kassan.
Við vindinum ímóti sá tungt út hjá Skála undan seinna hálvleiki, men dómarin hevði ikki meira enn blást í floytuna, so hevði Alexandur Johansen javnað eftir fríspark beint uttan fyri brotsteigin.
20 minuttir fyri leiklok legði Sonni tó enn einaferð gestirnar á odda, eftir at Sorin Anghel hevði leikt hann leysan, men hetta gjørdist tó nyttuleyst, tá Hanus Thorleifsson í seinstu minuttunum langaði bóltin upp undir nettakið, eftir at gestaverjan ikki var nóg skjót at rudda burtur.
Ein lítil smeitur hjá EB/Streymi, sum tó enn er væl við í kappingini um atgongumerkini til fjórðingsfinaluna, meðan tað hinvegin sær nakað daprari út hjá Skála við bert einum stigi fyri tríggjar dystir.

VB-HB 4-0 (1-0)
1-0: Símun Samuelsen
2-0: Dan Durhuus
3-0: Milan Culic
4-0: Palli Augustinussen

Skála-EB/Streymur 2-2 (0-1)
0-1: Sonni L. Petersen
1-1: Alexandur Johansen
1-2: Sonni L. Petersen
2-2: Hanus Thorleifsson