VB skipar fyri hondbóltsskúla

Í heystfrítíðini skipar VB fyri hondbóltsskúla og er hetta afturvendandi tiltak.

Í heystfrítíðini skipar VB fyri hondbóltsskúla í Vágs Høll. Hondbóltsskúlin verður 11. og 12. oktober frá kl. 10 til 14.

 

 

Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í heystfrítíðum í fleiri ár.

 

 

Venjarar á hondbóltsskúlanum hesaferð eru hvonn-leikarar, ungdómsleikarar og Rasmus Stensgaard, ið m.a. venur Hvonn liðið hjá VB.

 

 

Hondbóltsskúlin er fyri drongir og gentur frá 1. flokki til og við 9. flokk.