VB skal spæla tvær ferðir

Vágskvinnur koma norður til miðstaðarøkið í vikuskiftinum, og tær skulu spæla bæði leygardag og sunnudag.

Tað eru bert tríggir dystir á skránni í Sunset-kappingini um vikuskiftið. Upprunaliga skuldu tað verða fimm, men tveir vóru framskundaðir og eru longu avgreiddir.
 
Spennandi á Giljanesi
Ivaleyst mest spennandi dysturin verður á Giljanesi leygardagin, har Søljan fær vitjan av VB. Gamaní hava VB og Stjørnan verið væl betur enn næstu liðini í ár, men tað er ikki so langt síðani, at Søljan vitjaði í Vági, og tá hevði VB stórar trupulleikar av at basa vágaliðnum.
Harumframt var VB heldur ikki sannførandi seinasta vikuskifti, tá ið tær høvdu vitjan av VÍF, sum tapti við bert tí eina málinum.
Sunnudagin skulu vágskvinnur aftur í dyst. Hesaferð skulu tær inn á Skála at hitta StÍF. Her er talan um ein dyst, har tað eigur at verða gjørligt hjá VB at taka sær eitt sindur av løttum, og kanska lata nakrar av stuðulsspælarunum hvíla eitt sindur. Men hinvegin ræður tað tó um hjá VB at vinna greiðar sigrar, tí tað er ikki óhugsandi, at tað verður málmunurin, ið verður avgerandi, tá ið ein føroyameistari skal finnast.
Seinasti dysturin um vikuskifti verður í Runavík sunnudagin, har botnliðið Tjaldur fær vitjan av VÍF. Óivað verður talan um enn ein lemjandi ósigur til Tjaldur, sum vikuskifti aftaná vikuskifti kann staðfesta, at tað var eitt langt lop hjá teimum at flyta upp í bestu deildina.