Seinna hálvfinalan millum VB og Neistan varð spæld í Vági í dag. Fyrri dysturin í Havn endaði við javnleiki, og tí var púra opið, hvør skuldi spæla seg í finaluna, har Stjørnan bíðaði.
Dysturin í Vági endaði við javnleiki 16-16, og samanlagt endaði tað tí við javnleiki. Men VB gjørdist vinnari eftir regluni um flest útivallarmál.
Fyrsta finalan millum VB og Stjørnuna verður spæld í Vági sunnudagin um eina viku. Næsta finalan verður í Klaksvík 31. mars, og ein møgulig triðja finala verður spæld longu dagin eftir - sunnudagin 1. apríl.