VB skal helst vinna í Vági

Fyrsta finalan í Sunset kappingini verður í Vági sunnudagin, har VB tekur ímóti Stjørnuni. Sjálvt um Stjørnan má metast at vera greiður favorittur, so hevur VB víst fyrr í ár, at tær saktans kunnu steðga Stjørnuni í Vági

Stjørnan hevur verið mest sum einaráðandi í hesum kappingarárinum í kvinnuhondbólti. Í endaspælinum hava tær vunnið allar sínar dystir, tær vunnu finaluna í Coca Cola-kappingini, og so vunnu tær eisini sannførandi í báðum hálvfinalunum í Sunset kappingini. Tí mugu tær eisini metast at vera stórfavorittar undan finaludystunum ímóti VB.
Hjá VB hevur ikki gingið so væl í ár. Tær hava ligið aftanfyri Stjørnuna og Neistan mest sum allan vegin, men úrslitini eru tó blivin betri og betri út á árið. Sjálvt um tær ongan dyst hava vunnið á Neistanum í ár, so megnaðu tær at spæla seg í finaluna við tveimum javnleikum, og nú eru tær klárar at møta Stjørnuni í finaluni.

Berjast fyri lívinum
VB hevur fingið góð úrslit ímóti Stjørnuni í Vági í ár. Tær vunnu tryggan sigur í grundspælinum, meðan dysturin í endaspælinum endaði við einum eitt máls tapi. Rannvá Johannesen hjá VB sigur, at hesin dysturin skal vinnast.
- Vit ætla okkum at vinna dystin sunnudagin. Tað verður sjálvandi ikki lætt, men vit mugu bara berjast fyri lívinum, og so hevur tað stóran týdning, at allar vera klárar til dystin.
VB hevur alt fólki tókt til dystin sunnudagin, og Gurið Mortensen kemur eisini heim til dystin úr Danmark. Rannvá dylur ikki fyri, at Gurið er ein týðandi leikari.
- Gurið kann so nógv sjálv. Hon tekur ábyrgd, bæði í verju og í álopi, og tí hevur hon nógv at siga í einum slíkum dysti.

- Føla okkum ikki sum favorittar
Síðstu dystirnar hevur Stjørnan spælt uttan helst mest týðandi leikaran, Alinu Olaru. Hon verður tó tøk til dystin ímóti VB, sigur Una Olsen.
- Allar eru klára til dystin í Vági. Vit hava valt at spara Alinu síðstu dystirnar, tí hon hevur havt onkran smávegis skaða, men hon er heilt klár til dystin.
Una væntar annars ein spennandi dyst í Vági, og hon følir ikki, at Stjørnan er favorittur undan dystinum.
- Vit føla okkum ikki sum favorittar. Dystirnir í Vági plaga at vera javnir og spennandi, og tað hevur stóran týdning, at vit blíva við at kempa. Vit mugu gera alt fyri at vinna henda dystin, tí vinna vit í Vági, so sær gott út undan hinum dystunum.