VB savnar seg um Sarpigerði

Vágbingar, sum hava stórt sjálvsálit, vóna, at B68 hjálpir teimum, men VB venjarin kann ikki hugsa um annað enn dystin ímóti GÍ

 

Vágbingar fara í morgin á vøllin í Gøtu bara við einum í huganum. Tað er at vinna øll stigini. Tað er upplagt at ímynda sær, at teir í VB eru sera spentir at frætta, hvussu tað fer at ganga á Toftum:

? Vit vóna, at B68 fer at megna í hvussu so er javnleik. Men vit kunnu ikki hugsa um nakað annað, meðan vit spæla, enn at vinna. Um vit søpla stig burtur, so verður tað líka mikið, um B68 fær stig frá HB.

Tað er VB venjarin, Krzysztof Popczynski, sum vit hava í telefonini:

? Eg síggi soleiðis uppá tað, at um HB vinnur á Toftum í morgin, so verða teir púra víst meistarar. Teir fara ikki at missa stig til B36 ella Sumba. Um tað verður javnleikur á Toftum, ella um B68 vinnur, so verður alt púra opið. Tá verður tað týdningarmikið hjá okkum einki at hava søplað burtur í Gøtu. Tí mugu vit vinna, og tað ætla vit okkum at gera.

Hjá VB er eingin spælari skaddur, men Predrag Zivkovic er leikbannaður:

? Vit hava fjúrtan spælarar, sum eru kvalifiseraðir til 1. deild, og allir eru spentir eftir at sleppa upp í part. Tað er sera positivt, heldur spælandi VB venjarin.


Bartal leikbannaður

GÍ fekk ein orduligan upp á kassan á útivølli ímóti HB. Men veteranurin Pauli Jarnskor tvíheldur um, at hugurin er framvegis góður, sjálvt um tað er langt útliðið:

? Veðrið at venja hevur verið so framúr gott, og tað er hugaligt. Eftir at teir hjá HB heldur bíliga fekk tvey tey fyrstu málini, datt liðið hjá okkum sundur, og so var einki at gera. Sunnudagin eiga vit at megna nógv meiri.

Hjá GÍ er Jóan Petur Olsen, sum var skaddur síðsta sunnudag, tøkur aftur, og tað er Helgi L. Petersen eisini. Hann var leikbannaður ímóti HB. Hesa ferð er Bartal Eliasen leikbannaður.


GÍ omaná

Tað verður ofta tikið til, at VB altíð stendur seg væl í Gøtu. Hagtølini siga, at nógvu tey seinnu árini hevur GÍ fyri tað mesta verið omaná, tá teir hava havt vitjan av VB.

VB vann 2?0 í Gøtu í 1998, men síðani skulu vit aftur til 1992 fyri at finna ein annan VB sigur. Tá var úrslitið 1?2. GÍ vann í fjør 3?1, í 1997 4?1, 1996 1?0, í 1995 3?0 á Sumba/VB og í 1993 1?0 (VB var í 2. deild í 1994).

At tað verður tikið til, at VB stendur seg væl í Gøtu stavar frá tíðini kring 1990. Í 1988 vann VB 1?0, í 1989 vunnu teir 3?1, í 1990 var 1?1, í 1991 2?2 og so vunnu vágbingar ? sum nevnt omanfyri ? 2?1 í 1992.