VB/S fingið nýggjar venjarar

Nú er gjørt av, hvør skal venja VB/Sumba restina av kappingarárinum. Ein vágbingur og ein klaksvíkingur skulu leiða liðið

Nevndin í VB/Sumba hevði týskvøldið fund um venjaraspurningin í felagnum, eftir at Ole Andersen varð sagdur úr starvinum fyri einari viku síðani.
Seinasta vikuskiftið høvdu teir báðir fyrrverandi VB-spælararnir, Bjarni Johansen og Eyðun Jacobsen, ábyrgdina av liðnum, men tað var ein fyribilsloysn, meðan arbeitt varð við at finna eina meira varðandi loysn.
Og tann loysnin er nú funnin, tí Bjarni Johansen og Finn Johannesen skulu venja VB/Sumba tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum, skrivar heimasíðan hjá VB. Teir báðir skulu hava ábyrgdina av liðunum hjá VB/Sumba í Formuladeildini og í 1. deild.
Bjarni Johansen er vágbingur og var fram til endan av kappingarárinum í fjør málmaður hjá VB. Hann spældi heilar 304 dystir fyri VB og VB/Sumba, og hann hevur eisini spælt á landsliðnum. Nú er Bjarni í holt við venjaraútbúgvingina hjá FSF og hevur nú fingið sína fyrstu stóru uppgávu í barndómsfelagnum.
28 ára gamli Finn Johannesen er klaksvíkingur, men býr nú í Vági. Hann hevur verið venjari í eitt nú KÍ, NSÍ og B36, og seinastu tíðina hevur hann hjálpt til í VB/Sumba. Finn er eisini hjálparvenjari hjá U17-landsliðnum, og hann tekur í løtuni hægstu føroysku venjaraútbúgvingina. Fyrsti dysturin hjá Finn sum venjari hjá VB/Sumba verður ímóti KÍ í heimstaðnum Klaksvík.