VB reistist aftur

Eftir tapið í seinastu viku lá trýstið á VB undan dystinum á Mølini móti EB/Streymi. Tað eydnaðist VB at vinna ein tepran 1-0 sigur, men dysturin var javnur og kundi farið báðar vegir

Í einum tøttum dysti á Mølini á Eiði eydnaðist tað vágbingum at vinna ein tepran sigur á EB/Streymi. VB megnaði sostatt at reisa seg eftir dygga smeitin, liðið fekk, tá tað tapti fyri TB seinasta sunnudag. Hesi bæði liðini hittast aftur sunnudagin í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.
Tað var annars EB/Streymur, sum legði harðari út í dystinum. Fyrsta hálva tíman hevði liðið greiða leikliga yvirvág og legði trýst á VB-málið. Tað eydnaðist tó ikki at fáa bóltin framvið Bjarna Johansen í málinum.
Størsta møguleikan hesa løtuna hevði Ronnie Samuelsen. Hann kom at standa ógvuliga væl fyri í brotsteiginum, men hann rakti als ikki bóltin nóg væl, og Bjarni hevði tí lætt við at bjarga.
Tá fyrra umfarið tók at halla, kom VB meira við í dystin og setti nøkur álop í gongd. Áleyparin Robert Cieslewicz fekk eisini eitt mál kolldømt fyri rangstøðu, tá hann beindi bóltin í netið staddur í málteiginum.

VB fer framum
VB fekk einasta málið í dystinum, og var tað nýggi leikarin Nenad Zivanovic, ið avgjørdi dystin, tá umleið eitt korter var farið av seinna hálvleiki.
Ein langur bóltur varð sendur fram á vøllin, har innskifti Birgir Jørgensen snittaði víðari til Nenad, sum so gjørdist leysur við Gunnari á Steig. Hann lyfti bóltin uppum málverjan til 1-0. EB/Streymur iðrar seg um hetta málið, tí verjan skuldi havt tamarhalda á støðuni, men áleypararnir hjá VB vóru árvaknir og lúrdu eftir møguleikanum. Birgir Jørgensen var tikin við aftur til henda dystin, eftir at hann spældi við 2. deild seinasta vikuskiftið.
EB/Streymur royndi sum vera man at leggja trýst á VB eftir hetta, men tað eydnaðist ongantíð at fáa tak á aftur dystin. VB vardi sera væl, og teir vóru eisini vandamiklir í skjótálopum, tí heimaliðið sendi sum vera man fleiri fólk niðan á vøllin.
Nenad Zivanovic hevði enn ein málmøguleika eftir málið, men skot hansara fór júst framvið málinum. Vágbingar skaptu sum heild fleiri málmøguleikar hesa seinastu løtuna av dystinum.
EB/Streymur hevði tó eisini onkran málmøguleika. Marni Djurhuus hevði eina roynd, ið fór stutt framvið málinum.
Samanumtikið var tað ein javnur dystur á Mølini, men VB fór avstað við øllum stigunum.

Dysturin í tølum:
EB/Streymur ? VB 0-1 (0-0)
0-1: Nenad Zivanovic

EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Knút Vesturtún, Alfred Jacobsen, Kristian Carlsson ? Ronnie Samuelsen, Jákup Martin Joensen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen ? Sorin Anghel, Andrzej Pacek
VB: Bjarni Johansen ? Eyðun Jacobsen, Predrag Zivkovic, Magni Jacobsen ? Slobodan Madzar, Palli Augustinussen, Gisli Sveinbjørnsson, Jón Gærdbo, Mortan úr Hørg ? Robert Cieslewicz, Nenad Zivanovic