VB og VÍF vunnu á útivølli

VB vann á Neistanum í høllini á Hálsi í Havn, og VÍF vann á Stjørnuni norðuri í Klaksvík

Tveir dystir eru leiktir í bestu kvinnudeildini, hvonndeildini í hondbólti í dag.

 

Í Havn tók Neistin ímóti VB. Vágskvinnur vunnu ein greiðan 26-19 sigur. Í steðginum var VB á odda 13-8.

 

Mathilde Pedersen gjørdist toppskjútti hjá VB við átta málum. Caroline Ladefoged skoraði fýra mál. Marjun F. Danberg gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum. Stine Madsen og Eir Berg skutu fýra mál hvør.

 

Norðuri í Klaksvík vann VÍF ein 34-21 stórsigur á Stjørnuni. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 16-9, og longu tá var greitt hvønn veg dysturin bar.

 

Liljan Djurhuus gjørdist toppskjútti hjá VÍF við 10 málum. Durita C. Jojic skoraði sjey mál. Sonja Sirdal gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við fimm málum. Jórun skoraði fýra mál.

 

Týskvøldið klokkan hálvgumsjey tekur Kyndil ímóti H71 í høllini á Hálsi, og mikukvøldið klokkan hálvgumsjey dystast StÍF og Stjørnan í høllini á Skála.

 

Støðan i hvonndeildini:

 

hvonndeildin:
1VÍF8246175+7115 stig
2VB9239187+5214
3Kyndil8206155+5112
4Neistin9215200+159
5H718176201-256
6Stjørnan8171215-442
7StÍF8107227-1200