VB og Stjørnan halda fast

Meðan Stjørnan vann 23-20 á VÍF í Vestmanna, var tað nakað meiri trupult hjá VB, sum vann tepurt 24-23 á heimavølli ímóti StÍF.

 

í Vestmanna fekk heimaliðið bestu byrjanina, men Stjørnan fótaði sær aftur og kom upp á javnt áðrenn tær undan hálvleikinum fóru frá VÍF og sluppu til hálvleiks við 14-11-leiðslu.

 

Í seinna hálvleiki varðveitti Stjørnan yvirtakið og hildu VÍF aftanfyri seg. Stjørnan vann dystin 23-20.

 

Hjá Stjørnuni skeyt Simona Petersen átta mál, meðan hjá VÍF skutu tær tríggjar Agnas Olsen, Elisa Leo og Liljan Djurhuus allar fimm mál.

 

í Vági hevði VB vitjan av StÍF. Dysturin gjørdist væl meiri spennandi enn væntað. Eftir hálvleiksstøðuna 10-10 var tað StÍF, sum hevði munin í seinna hálvleiki. Heilt fram til í seinastu minuttunum, tá ið VB traðkaði til og vendi dystin til teirra fyrimun. Tær vunnu 24-23.

 

Gurið Mortensen gjørdist toppskjútti hjá heimaliðnum við 10 málum, meðan Fríðrún Danielsen fekk átta mál fyri StÍF.

 

Hesi úrslitini merkja, at Stjørnan og VB framvegis liggja stavn um stavn í kappingini um at koma í FM-finaluna ímóti Neistanum, sum longu er strokin langt avstað. Bæði Stjørnan og VB hava 16 stig; tó hevur VB ein dyst tilgóðar.