VB krevur nýggjan dyst

Reglurnar fyri, hvussu dómaraseðilin verður umsitin, vórðu ikki hildnar, sigur VB, sum tí krevur nýggjan útidyst móti VÍF

 

 

Serliga eru tey í VB misnøgd við, hvussu dómaraseðilin varð umsitin, tá VB vitjaði í Vestmanna tann 27. oktober

 

Eitt nú vísir VB á, at skeivur dómaraseðil, har rúm bert var fyri 14 spælarum, varð nýttur til dystin. Hetta hóast hondbóltsfeløgini hava samtykt, at 16 spælarar kunnu standa á dómaraseðlinum.

 

Ein avleiðing av hesum var, at spælandi venjarin hjá VB, Gurið Mortensen, als ikki slapp á vøllin í dystinum, sum VÍF vann 37-28.