Stjørnan ríkur avstað, men bæði Neistin og VB ætla sær at geva teimum skarpan gang. VB hevur fyri stuttari tíð síðan knúgvað Stjørnuni í Vági, so tað eru góðar vónir millum suðuroyingar, at VB fer at megna tað.
Útlendskur styrkur
VB hevur fingið sær styrk í serbisku Mariu Milicevic, og fer hon saman við vágskvinnum og hinum báðum útlendsku leikarunum Daivu og Astu, at hjálpa VB við at gera eina seriøsa roynd, at náa Stjørnuni aftur og koma í finaluna, ið tær so helst ynskja at vinna.
Týdningarmikil stig á vegnum
Sunnudagin var fyrsti dystur, ið nýggji útlendski leikarin hevði í VB-búnanum, og vísti hon í løtum, hvat hon megnar. Hetta fer óivað at verða betur, tá hon fær vant seg við umstøðurnar í Føroyum.
Stigini, ið VB vann eru sera týdningarmikil, og hjálpir tað um støðuna í stríðnum við Neistan og Stjørnuna.
Fakta:
VB-Kyndil 25-23 (15-10)
Málskjúttar:
VB: Daiva Toumaite 10 (3), Laila Jespersen 5, Maria Milicevic 3, Christina Holm 2, Monika Samuelsen 2, Theresa Jespersen 1, Svava Vestergaard 1, Bára Mortensen 1.
Kyndil: Tordis Tróndarson 7 (1), Jacklin Djurhuus 6 (1), Lina Andriulyte 6 (4), Ronja Mikkelsen 2, Súsanna Petersen 2.
Brotskøst: VB 3, Kyndil 7
Útvísingar: VB 5, Kyndil 2
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen