VB eigur ikki virkan leiklut í oddastríðnum í bestu kvinnudeildini í ár. Ikki uttan so, at vágskvinnur arga ovastu liðini. Tann leiklutin spældu tær til fulnar, tá VB vann á Stjørnun fyri tveimum vikum síðan.
Tað hevur gingið væl seinastu umførini. VB hevur fingið seks stig av seks møguligum seinastu tvær vikurnar. Í gjár stóð Kyndil fyri tørni.
Ymsir skjúttar
Tað vóru fleiri vágskvinnur, sum gjørdu seg galdandi í álopsstøðu í gjár. Tað tóktist ørkymlað gestirnir, sum ikki vistu, hvussu tær skuldu verja fyri heimaliðnum.
Gintave Lydekaite, seks mál, Bárað K. Mortensen, fimm mál, Gurið Mortensen, fimm mál, og Laila Jespersen, fýra mál, vóru serliga eyðsýndar í álopsspælinum.
Spurningurin varð ongantíð reistur, hvar stingini skuldu. VB var á sigurskós frá byrjan, og Kyndil rann aftaná sum frægast. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skrædnaði av álvara millum liðini.










