StÍF-VB 22-29 (8-12)
VB fekk eina heldur keðiliga byrjan upp á kappingina í ár. Eftir trý umfør høvdu tær bert fingið tvey stig, men eftir hetta hevur gingið strúkandi. Undan dystinum ímóti StÍF høvdu tær vunnið tveir dystir á rað, og tær tykjast hava funnið rætta stevið.
Hjá StÍF hevur ikki hilnast so væl. Undan dystinum lógu tær næstniðast við trimum stigum, og tær høvdu eisini tapt sínar síðstu tveir dystir. Seinast hesi bæði liðini møttust var StÍF tó omaná. Tann dystin vunnu strandakvinnur við 8 málum, so kanska tær kundu leypa ein hvøkk a VB en einaferð.
VB var oman á
Sjálvt um StÍF vann seinast, so var tað VB, sum legði betur fyri hesu ferð. Ikki gekk long tíð, so høvdu tær vunnið seg fram um 4-8. Eftir hetta gekk heldur javnt á, og liðini skiftust um at skora mál. Serliga verjurnar stóðu væl í fyrra hálvleiki, og liðini høvdu ikki so lætt við at spæla seg fram til opnar møguleikar. Síðstu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki valdi StÍF so at fara út a mansverja Daivu. Hetta tók Daivu úr spælinum, men nú fingu hinir VB-leikararnir betri pláss at spæla. Mansverjingin broytti ikki tað stóra í fyrra hálvleiki, tí VB megnaði at halda fýra mála leiðsluna, og tá liðini fóru til hálvleiks, var støðan 8-12 til VB.
Asta vísti stórspæl
Leikferðin var einki serliga høg í fyrra hálvleiki, og kanska var hetta grundin til, at liðini høvdu ilt við at leika seg fram til møguleikar. Í seinna hálvleiki var tó betri. Her legði VB aftur betri fyri, og skjótt høvdu tær vunnið seg upp á 10-16. Sjálvt um VB fór frá StÍF fyrstu løtuna, so var tað ikki endiliga tí at VB leikti betur. StÍF leikti nevniliga væl fyrstu løtuna, og tær fingu eisini fleiri mótálop. Men ferð aftaná ferð megnaði Asta í VB-málinum at bjarga, og hetta tók at enda mótið frá StÍF leikarunum. Tær royndu tó at kempa, og einaferð komu tær upp á 16-20, men so blivu tær raktar av tveimum býttum útvísingum upp í slag. Hetta gjørdi VB sær dælt av, og løtu seinni høvdu tær lagt seg á odda 17-24, so nú vóru heili sjey mál á muni. Hesa leiðslu megnaðu strandakvinnur ongantíð at fanga aftur, og tá dómarin bríkslaði síðstu vísti talvan 22-29. Við hesum fingu vágskvinnur sín triðja sigur á rað, og nú eru tær bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, Stjørnuna. Í hinum endanum liggur StÍF framhaldandi á næstaftast við trimum stigum, og tær hava nú tapt tríggjar dystir a rað.
Fakta
StÍF-VB 22-29 (8-12)
Málskjúttar:
StÍF: Ninna K. Johansen 7, Rebekka Justinussen 6, Bára B. Danielsen 3, Poula D. Olsen 3, Sólfríð Christiansen 2, Malan Petersen 1
VB: Ivana Ljubicic 9 (2), Daiva Tuomaite 8 (2), Teresa Joensen 4, Rannvá Augustinussen 3, Bára Mortensen 2, Jona Thorsteinssin 2, Ruth Lisberg 1
Brotskøst: StÍF 2, VB 4
Útvísingar: StÍF 4, VB 1
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum