VB flytur inn í Irish Pub

Hondbólturin er í hásæti hetta vikuskiftið, og nú verður boða frá, at eisini Irish Pub leggur høli til hondbóltin.

 

VB flytur leygardagin inn í Irish Pub og Glitnir, og har verður hitað upp til stóra hondbóltsbrakið.

 

Irish Pub boðar frá, at VB fjepparar kunnu nýta høvið at fáa andlitsmáling og annað í hølunum, eins og góð tilboð verða til tey vitjandi.

 

Og bussar koyra síðani VB fjepparar niðan í høllina á Hálsi áðrenn dystar byrjan.

 

Tað er klokkan 13.30, at Stjørnan og VB kvinnurnar spæla finaludystin, og eftir hetta, klokkan 16.00 spæla menninir hjá H71 og Neistanum.