VB fekk uppreisn

Vágskvinnur fingu ein kærkomnan sigur á arvafíggindunum úr Stjørnuni, tá ið tær vitjaðu í Klaksvík sunnudagin.

Boðini hjá vágskvinnum vóru greið undan dystinum móti Stjørnuni, tí skuldi VB ikki missa sambandið við Stjørnuna, so var tað alneyðugt hjá teimum at vinna dystin. Men liðini høvdu eisini hitst dagin fyri í steypakappingini í Vági, og tá vunnu klaksvíkskvinnur ein greiðan sigur.

Eingin Asta í málinum
Fortreytirnar hjá VB vóru annars ikki so góðar, tí sterki málverjin hjá teimum, Asta, fekk skaða í hálvfinaluni leygardagin, og tí var hon ikki við í Klaksvík. Ístaðin fekk unga Elsa Ludvig møguleikan, og hon stóð seg serstakliga væl.
VB legði bragdliga fyri í Klaksvík, og føroyameistararnir høvdu greiða yvirvág í fyrra hálvleiki, har tær eitt skifti vóru á odda við seks málum.
Eftir steðgin mentist Stjørnan, og tá ið stórskjúttin hjá VB, Daiva Tomaite, fekk reyða kortið miðskeiðis í hálvleikinum, hildu tey flestu, at nú fór tað at eydnast Stjørnuni enn einaferð at venda einum hóttandi tapi til ein sigur. Tað sá eisini soleiðis út, tí Stjørnan koyrdi væl hesa løtuna, og tær tóku eisini leiðsluna í dystinum og vóru á odda, tá ið einans tveir minuttir vóru eftir at leika. Men VB gav ikki skarvin yvir, og tað eydnaðist føroyameistarunum at venda gongdini aftur í evstu løtu, og í seinasta minuttinum skoraði Christina Holm sigursmálið til endaliga úrslitið 25-24.
Harvið hevur VB lagt seg á odda í Sunset-kappingini, men kappingin er sera jøvn, og alt bendir á, at spenningurin fer at halda sær til seinasta leikdag.

Stjørnan-VB 24-25(8-13)
Stjørnan: Katarina Stepanov 6, Lovisa Andreassen 5, Joan M. Djordjevic 4, Alina Olaru 4(1), Durita Kristoffersen 3, Maria við Neyst 2
VB: Rannvá Augustinussen 8, Daiva Tomaite 6, Christina Holm 4(1), Svava Vestergaard 2, Laila Jespersen 2, Marina Zhylko 1, Margreth Augustinussen 1, Monika Samuelsen 1
Brotskøst: Stjørnan 2(1), VB 4(1)
Útvísingar: Stjørnan 1, VB 2
Reytt kort: Daiva Tomaite, VB
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Paulason