VB fekk stig í Gøtu

Hóast GÍ stóran part av dystinum var omaná, so eydnaðist tað ikki gøtumonnum at tryggja sær øll trý stigini, tá ið VB vitjaði í Gøtu leygardagin.

Talan var um ein ógvuliga týðandi dyst fyri báðar partar, tá ið GÍ og VB hittust í Sarpigerði leygardagin. Bæði liðini stríðast fyri at sleppa burtur úr niðurflytingarvandanum, og tí ráddi um ikki at missa í hesum dystinum.

Gøtumenn høvdu trýstið
Tað var heimaliðið GÍ, sum byrjaði dystin betur, og teir høvdu bóltin nógv. Tað gekk tó eitt sindur striltið hjá gøtumonnum at spæla seg til teir stóru møguleikarnar, tí sum oftast var tað tann síðsta avleveringin
GÍ stillaði upp við einari rættuliga offensivari manning við trimum monnum í álopinum. Fremstir vóru teir tríggir Krzystof Popczynski, Poul Arni Jacobsen og Hanus Jacobsen, meðan veteranirnir Magni Jarnskor og Sámal Joensen lógu á miðvøllinum saman við Sam Jacobsen.
Vágbingar lógu hinvegin eitt sindur longur afturi á vøllinum, og tað tóktist sum um, at teir dúvaðu upp á skjótálop ella langar bóltar úr verjuni niðan í álopið.

Vágbingar áttu helst eitt mál fyri steðgin
Ein nógv umrødd støða var tó í fyrra hálvleiki, tá ið okkurt um 25 minuttir vóru leiktir. VB fekk eitt hornaspark, ið var sent tætt inn móti málinum, og tey flestu mettu eisini, at bólturin var í netinum, men dómarin lat ikki við seg koma.
Tá ið vit tosaðu við GÍ-venjaran, Krzystof Popczynski, eftir dystin, segði hann, at eftir hansara tykki vóru vágbingar snýttir fyri eitt mál, tí hann sá bóltin innanfyri.
Krzystof Popczynski var tó vónbrotin av, at GÍ ikki fekk øll trý stigini, tí at GÍ eftir hansara tykki hevði fult tamarhald á dystinum, men megnaði bara ikki at avgera.

Eitt brotsspark skuldi til
Hóast GÍ hevði greiða leikliga yvirvág, so gekk tað so mikið striltið hjá teimum at hótta málið hjá Bjarna Johansen hjá VB, og tað var ikki fyrr enn, at GÍ fekk brotsspark seint í dystinum, at tað loksins eydnaðist heimaliðnum at seta hol á.
Vongverjin hjá GÍ í vinstru síðu, Hans Jørgin Djurhuus, var komin framvið, og tá ið hann slapp sær framvið einum verjuleikara hjá vágbingum, vóru beinini tikin undan honum, og dómarin var eirindaleysur og dømdi brotsspark. Brotssparkið setti liðskiparin Sámal Joensen í netið til 1-0 til GÍ.
Leiðslumálið hjá gøtumonnum hevði við sær, at vágbingar noyddust eitt sindur longur fram á vøllin í eini roynd at koma upp á javnt. VB fekk eisini onkrar hálvar møguleikar, meðan GÍ hevði onkrar møguleikar, tá ið teir fóru í skjótálop, og í fleiri førum vóru gøtumenn í yvirtali, tá ið teir fóru fram eftir.
Tað eydnaðist tó VB at fáa javnað. Eftir eitt innkast bleiv bólturin sendur innfyri GÍ-brotsteigin, og har var Jón Krosslá Poulsen fyrstur á og sendi í netið til 1-1.
Dysturin var eitt sindur rokutur síðstu løtuna, og tað endaði eitt nú við, at miðvallarin Edvard Ble hjá VB bleiv rikin av vølli, tá ið hann framdi hevnisøku móti Magna Jarnskor hjá GÍ.

GÍ-VB 1-1(0-0)
1-0 Sámal Joensen brtsp.
1-1 Jón Krosslá Poulsen

GÍ: Mortan Joensen - Leivur Hansen(Jónreid Dalheim 69.), Robert Rzecycki, Kaj Ennigarð, Hans Jørgen Djurhuus - Sam Jacobsen, Sámal Joensen, Magni Jarnskor - Krzystof Popczynski, Poul Arni Jacobsen(Áslakkur Petersen 69.), Hanus Jacobsen(Hans Pauli Petersen 81.)
VB: Bjarni Johansen - Mortan úr Hørg, Anders Sørensen, Súni úr Hørg(Dánjal Johan Joensen 74.) , Jákup Olsen - Pól N. Poulsen, Edvard Ble, Milan Kuljic, Jón Poulsen(Jón Krosslá Poulsen 67.) - Dan Djurhuus, Nenad Zivanovic
Gult kort: Robert Rzecycki, Áslakkur Petersen og Hans Jørgen Djurhuus
Reytt kort: Edvard Ble
Dómari: Dagfinn Olsen