VB fekk ein hvøkk

Stóran part av seinna hálvleiki høvdu argjamenn eitt støðugt trýst á VB málið, men stig fingu teir ikki fyri ómakin

Løgmanssteypið
Jákup Mørk
Fyri fyrstu ferð nakran tíð roynir AB seg nú í bólkaspælinum í steypakappingini, og tó at liði á pappírinum er hitt veikasta í bólkinum, so bilti áhuganum hjá lokalu stuðlunum einki, tá fyrsti heimadysturin stóð á skránni.
Eini tvey hundrað áskoðarar mundu hava leitað sær út á vøllin, tá VB kom á vitjan, og eftir dystin máttu teir ásanna, at teirra menn høvdu verið mest sum óhepnir, ikki at fáa nakað burtur úr dystinum.
 
Stóð nógv á
Tað vóru annars vágbingarnir, sum høvdu bestu byrjanina. Kanska var virðingin hjá argjamonnum ov stór, og kanska var ferðin á VB-spælinum eisini í meira lagi, tí fyri tað mesta gekk tað bara eftir hæli hjá vertunum.
Ivaleyst kundu gestirnir eisini fingið meira enn tey bæði málini, sum Palli Augustinussen og Birgir Jørgensen skutu, men fáur mundi tó ivast í, at hetta eisini var nóg mikið at tryggja sigurin.

Tað var tað sum so eisini, men heldur ikki meira enn akkurát. AB vóru nevnliga sum hamskiftir eftir steðgin. Vágbingar løgdu seg eisini nakað afturá, nú teir kortini høvdu vunnið sær leiðsluna, men hetta kundi gjørst teimum dýrt.

Jan Jørgensen minkaði um munin fyri AB, og so varð eitt veruligt trýst sett inn. Eitt trýst, sum í onkrum førum átti at givið mál, men Pætur Dam var óheppin, tá skot hansara tók træverkið, heldur enn at fara inn, og Jan Jørgensen man helst eisini iðra seg um, at hann ikki fekk beint bóltin í netið ta einu ferðina.
Hinvegin vóru vágbingar eisini vandamiklir, tá teir høvdu møguleikan at kontra, men meira enn tað sama gjørdist tað kortini ikki til.
Við sigrinum tryggjaði VB sær í øllum førum, at útgangsstøðið er hitt rætta, tá KÍ um eina viku kemur á vitjan. Ein dystur, sum við trimum stigum kann senda VB meira enn hálva leið í fjórðingsfinaluna.
Hjá AB rokna tey helst ikki við at koma somikið langt, men longu nú hevur liðið sýnt, at teir eru meira enn bara nøkur løtt walk-over í bólkinum. Tað var helst eisini týdningarmesta sálarliga staðfestingin hjá leikarunum, sum í ár kunnu roknast við at verða partur av stríðnum um at vinna sær sess í bestu deildini til komandi kappingarár.
Dysturin í tølum
AB-VB 1-2 (0-2)
0-1: Palli Augustinussen
0-2: Birgir Jørgensen
1-2: Jan Jørgensen