Ein dystur hevur verið í Elektron-deildini í dag. VB var á vitjan hjá VÍF í Vestmanna, har tað skuldi vísa seg, at VB-kvinnurnar vórðu avsmurdar. Liðini fylgdust til støðuna 4-4, men so rann heimaliðið gestirnar fullkomiliga yvir enda og hálvleiksstøðan var 20-14 til VÍF. Í seinna hálvleiki øktist leiðslan bara og VÍF vann at enda stórt 37-28.
Durita Christophersen gjørdist toppskjútti hjá VÍF við níggju málum, meðan Gintare Butkeviciute skeyt 10 mál fyri VB.
Ein dystur varð leiktur í gjár. Hann var ímillum Stjørnuna og Neistan og endaði við javnleiki 22-22.
Støðan í Elektron-deildini:
Kyndil, 7 stig (4 dystir)
VÍF, 4 stig (4 dystir)
Neistin, 4 stig (4 dystir)
VB, 4 stig (4 dystir)
Stjørnan, 3 stig (4 dystir)
StÍF, 2 stig (4 dystir)









