VB fær nýggjan spælara

Fótbóltur: 22-ára gamal jugoslavi skal styrkja miðvøllin hjá VB

FÓTBÓLTUR: VB fær ein nýggjan jugoslaviskan spælara til komandi kappingarár.

Eftir at VB ikki ynskti at halda fram við samstarvinum við Zoran Mancic, sum nú skal spæla við KÍ, hava teir leitað eftir ein øðrum útlendskum spælarar, sum eisini kann virka sum venjari hjá teimum yngru deildunum.

Og hesin spælarin er funnin. Hann er 22 ára gamal og eitur Milan Qulgic. Hann er ein vinstrabeintur miðvallarspælari, sum VB-venjarin Milan Milanovic hevur funnið í Jugoslavia.

Triðja árið á rað hevur VB jugoslaviskan venjara og øll hesi árini hava teir havt ein spælara afturat. í 1996 var tað Velibor Kopurnovic, í fjør Zoran Mancic og í ár verður tað Milan Qulgic.

VB fer hesa vikuna undir venjingina til komandi kappingarár og um mánaðarskiftið kemur Milan Milanovic til Vágs at standa fyri venjingini.