VB fær serba

Kvinnurnar hjá VB hava mist nakrar av stuðulsleikararunum frá í fjør, og tí hevur felagið roynt at leita sær styrk uttanlands.
Síðan sunnudagin hevur serbiski hondbóltsleikarin Ivana Ljubicic royndarvant í felagnum, og formaðurin í VB, Jan Haldansen, váttar á heimasíðu felagsins, at VB og Ivana hava undirskrivað sáttmála fyri komandi kappingarár.
Ivana Ljubicic er 23 ára gomul og hevur fyrr spælt í bæði Serbia og í Italiu. Hon kann bæði spæla á bakkinum og á miðjuni. Ivana verður væntandi við á VB-liðinum komandi heimadyst, sum verður ímóti STÌF í næstu viku.