Undan dystinum liggur VB á triðja plassi, meðan StÍF liggur á fimta plássi, men stigamunurin er tó stórur. Um VB ætlar sær at halda fast í hinum báðum oddaliðunum, so er kravið ein sigur í dystinum ímóti StÍF. Vágskvinnur hava víst gott spæl síðstu dystirnar, og tí mugu teir eisini metast at vera stórfavorittar til dystin ímóti StÍF. StÍF hevur tó fyrr í ár víst, at tær kunnu basa VB, tí í fyrsta dystinum millum liðini bæði í Vági vann StÍF nevniliga stórsigur.