Vágbingar á og kring vøllin á Eiðinum drógu andan lættliga, tá Suni Johansen hevði bríkslað fyri síðstu ferð sunnudagin. VB hevið vunnið tøttu uppgerðina móti klaksvíkingum 1?0, og tá úrslitið úr Gundadali eitt korter eftir dystarlok í Vági var greitt, staðfestu vágbingar, at teir eru fremstir í 1. deild.
Vágbingar eru nevndir fleiri ferðir omanfyri. Bæði vit og nógv onnur hava fleiri ferðir borið upp á mál, at VB hevði ikki havt møguleika at vera við í oddakappingini, um teir ikki høvdu havt fleiri frammandar menn at hjálpa sær. Tað kann væl vera. Men samstundis er vert at leggja til merkis, at ímóti KÍ vóru átta vágbingar á vøllinum, og at tveir av berandi kreftunum á miðvøllinum ? Milan Kulic og Tórður Holm ? sótu uttanfyri.
Uppgerðin móti KÍ var tøtt. Tað vóru nógvir nærdystir og fáir málmøguleikar. Klaksvíkingar vóru hepnir, at teir ikki beinanvegn mistu málverjan og noyddust at spæla undirmannaðir. Robert Cieslewicz var púra leysur, KÍ málverjin, Zoltan, hálvbjargaði í fyrstu atløgu, bólturin stakk út aftur til álopsmannin, sum gjørdi eina nýggja roynd. Aftur hesa ferð bjargaði málverjin við arminum, men vágbingar hildu hann hava brúkt armin, og klaksvíkingar vóru ikki púra ósamdir. Men teir vildu samstundis vera við, at álopsmaðurin í royndini at gerast leysur hevði brúkt ælbogan.
Fleiri broyingar
Uppgerðin var tøtt, leikferðin var vanliga høg, og liðini royndu at spæla fótbólt. Líkindini vóru góð, men at undirlagið í Vági er so nógv øðrvísi, enn tað er aðra staðni ger, at tað altíð er torført hjá teimum, sum eru gestir í Vági. Eftiransingarnar vóru tættar, og tað hevði við sær, at tað var torført.
Vágbingar spældu við meiri ella minni nýggjum miðvølli. Merkisvert var tað, at Hans Pauli Dahl, sum so at siga var komin beinleiðis av skipi og tískil hevur vant millum lítið og einki, hevði sentralan leiklut á miðvøllinum og uttan stórvegis hóvasták so at siga rann sólina svarta.
Hjá KÍ var miðverjin aftur hesa ferð nýggj. Jan Andreasen er skaddur, og Ove Nysted var fluttur fram á vøllin. Pazek hevði aftur fingið møguleikan, og við síðuna av honum var Símun Waag Høgnesen.
Fáir møguleikar
Heimaliðið var snilt í sínum spæli. At miðvøllurin var so mikið skerdur hevði við sær, at teir tóku seg eitt sindur aftur á vøllin. Tað vil við øðrum orðum siga, at klaksvíkingar høvdu bóltin meiri, men tað var sera torført hjá teimum at sleppa ígjøgnum væl skipaðu verjuna hjá VB, har Eyðun Jacobsen sum ikki eina ferð var ein góður stýrimaður.
Umframt møguleikan hjá Robert høvdu hann og Popzyncki tveir aðrar góðar møguleikar, har tann síðsti fóturin ella tað síðsta høvdið manglaðu.
Besti møguleikin hjá KÍ var í 1. hálvleiki. Hugsanin var, at stóru menninir í álopinum, Ove nysted og Rógvi Jacobsen, skuldu fáa høgar bóltar innfyri. Ta einu ferðina var um reppið, at hetta bar úrslit við sær. Eftir innkast, sum Rógvi Jacobsen hevði snittað víðari, stútaði Ove Nysted úr stuttari fjarstøðu, men Bjarni Johansen bjargaði til horna.
Einasta málið skoraði Popzcynski upp á brotsspark. Saman við landsmanninum Pazek elti hann langa sending inn í brotsteigin, og dómarin bríkslaði , tí hann helt, at Pazek hevði hildið í so nógv. Popczynski royndi sjálvur móti málinum, Zoltan hevði hondina á, emn bólturin fór í málið.
KÍ gjørdi tvær framrættaðar útskiftingar ? Eyðun Klakstein og Tomislav Sivic ? men vágbingar vóru nóg væl fyri at halda tørn, og nú stíla teir ímóti FM!18.30, og í morgin venja teir kl. 11.00